5000 føroyingar í hugburðskanning

5000 føroyingar í hugburðskanning
Tað er heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, sum stendur fyri saman við áhugafelagnum Arvasjúkan. 
Mynd: Bjarki Thomsen  
 
07.01.2024 - 10:08

Í alt 5000 føroyingar, sum eru millum 18-45 ár, hava fingið tilboð um at vera við í hugburðskanning, sum heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum stendur fyri saman við áhugafelagnum Arvasjúkan. 

Endamálið við hugburðskanningini er at kanna hvønn hugburð føroyingar í burðarførum aldri hava til spurningin um berarakanningar fyri álvarsligar ílegusjúkur. 

Somuleiðis er endamálið at kanna, um føroyingar eru áhugaðir í, at eitt alment kanningartilboð skal bjóðast fyri hesar ílegusjúkur, sum koma lutfalsliga ofta í Føroyum. 

Umleið 20 prosent av føroyingum hava ávísar feilir í sínum ílegum, sum kunnu føra til álvarsligar og ólekjandi ílegusjúkur, um tveir berarar fáa børn saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269