- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit fylgja dreingjunum í Berlin
Um KVF›Tíðindi
Vit fylgja dreingjunum í Berlin
Kringvarpið vísir EM-dystirnar hjá Føroyum og hevur fólk í Berlin, sum fylgir landsliðnum og føroyingunum annars undir endaspælinum
05.01.2024 - 13:24
Nú verður tað.
Um knappa viku fara føroysku hondbóltsmenninir á vøllin til søguligan EM-dyst ímóti Slovenia.
Fyri fyrstu ferð skal eitt føroyskt landslið spæla við um evropameistaraheitið, og startskotið ljóðar á Mercedes-Benz Arena í Berlin hósdagin 11. januar.
Tveir dagar eftir verður Norra við Sander Sagosen á odda mótstøðulið, áðrenn bólkaspælið endar við dysti ímóti Póllandi mánadagin 15. januar.
Kringvarpið vísir dystirnar hjá Føroyum við rúgvumiklari upptakt og hevur fólk í Berlin, sum fylgja væl við bæði liðnum og teimum mongu føroyingunum, sum vera í týska høvuðsstaðnum hesar dagarnar.
EM-tilfar verður at finna á øllum pallum hjá Kringvarpinum, men alt verður savnað á serligari EM-síðu á kvf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV