Móti høgum tindum

Móti høgum tindum
04-01-2024

Ítróttarsøga varð skrivað, tá føroyska manshondbóltslandsliðið í apríl 2023 spældi seg í EM-endaspælið fyri A-landslið, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Føroyar er nógv minsta land, sum hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl í hondbólti. Á leiðini hagar vunnu vit á Ukraina og Rumenia, sum er trífaldur heimsmeistari í manshondbólti. Stóri framburðurin í føroyskum hondbólti er komin eftir fáum árum. Fyri tíggju árum síðani vóru vit framvegis ongan veg komin. Menningin hevur tí verið ovurstór seinnu árini.

Men fyri tíggju árum síðani setti Hondbóltssamband Føroya sær stór mál. Eitt var, at Føroyar innan tíggju ár skuldu í eitt stórt endaspæl fyri A-landslið. Tá var hálvavegna flent, at tey vóru so ósmæðin. Í sendingini fáa vit søguna um gongdina í føroyskum hondbólti hesi seinnu árini. Sagt verður frá arbeiðssetninginum hjá Hondbóltssambandinum, ið hevur strítt seg úr húsagangi upp á tindin. Vit fáa søguna um stóra vakstrarøkið í felagnum H71 í Hoyvík, sum er vøggan hjá fleiri av okkara bestu spælarum í dag - onkur telist í dag millum úrmælingar úti í heimi.

Vit fylgja manshondbóltslandsliðnum á leiðini til søguliga EM-endaspælið, og eru við teimum á venjingarlegu í Føroyum og Íslandi í heyst. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

Móti høgum tindum

Ítróttarsøga varð skrivað, tá føroyska manshondbóltslandsliðið í apríl 2023 spældi seg í EM-endaspælið fyri A-landslið, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Vit fylgja manshondbóltslandsliðnum á leiðini til søguliga EM-endaspælið, og eru við teimum á venjingarlegu í Føroyum og Íslandi í heyst.

04-01-2024