Loyvi til oljutangar og oljubryggju

Loyvi til oljutangar og oljubryggju
Fyrst var kært, og arbeiðið var steðgað. Siðani søkti kommuna um loyvi,sum hon nú hevur fingið
Niðri við Sand í Søldarfirði.
Mynd: Myndin er á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.  
 
21.12.2023 - 06:25

Runavíkar kommuna hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at víðka útfyllingina í havnarlagnum Niðri við Sand í Søldarfirði 7.400 fermetrar upp í 15.000 fermetrar. 

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Runavíkar kommunu um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt. 

Umframt oljugoymslu til Effo og Magn, er ætlanin at gera eina bryggju til tangaskip.

Málið byrjar í summar, tá fólk ger vart við, at ein verkætlan Niðri á Sand í Søldarfirði var farin í gongd, møguliga uttan loyvi. 

Umhvørvisstovan steðgaði arbeiðinum.

Síðani søkti Runavíkar kommuna um loyvi. Tað var 31.august.

Og nú hevur kommunan fingið loyvið.

Tað vil tó siga, at avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV