Pumpurnar pumpa 2400 tons av vatni úr Sandoyartunlinum um samdøgrið

Pumpurnar pumpa 2400 tons av vatni úr Sandoyartunlinum um samdøgrið
15 turrpumpur og seks dykkpumpur eru settar upp í fimm pumpurúmum í Sandoyartunlinum fyri at tryggja, at tunnilin ongantíð fyllist við vatni
Fimm pumpurúm eru í Sandoyartunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2023 - 21:59

Hóast um nógv er gjørt fyri, at so lítið vatn sum yvirhøvur gjørligt skal leka inn í Sandoyartunnilin, so renna umleið 2.400 tons av vatni inn í tunnilin um samdøgrið. 

Fyri at bera í bøtuflaka við hesum og tryggja, at vatnið verður fingið út aftur, so hevur KJ Hydraulik sett 15 turrpumpur og seks dykkpumpur upp í teimum fimm pumpurúmum, sum eru í Sandoyartunlinum. 

 

Sandoyartunnilin fyllist ongantíð

Í tíðindaskrivi staðfestir KJ Hydraulik, at pumpurnar tryggja, við stórum trygdarfaktori, at tunnilin ongantíð fyllist við vatni. 

Skipanin er ein sokallað trinpumping, ið merkir, at møguleiki er at velja um vatnið skal pumpast úr botninum og niðan til Sandoynna ella ímóti Gomlurætt.

KJ Hydraulik skrivar eisini, at vatnið verður samlað so ovarlaga í tunlium sum tilber fyri at spara orku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741