Sandoyartunnilin góðkendur til almenna ferðslu

Sandoyartunnilin góðkendur til almenna ferðslu
Í morgin letur Sandoyartunnilin alment upp, og í dag varð tunnilin góðkendur til almenna ferðslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2023 - 14:04

Í gjárkvøldið var stór venjing í Sandoyartunlinum, har 80 fólk frá politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki luttóku.

Endamálið við venjingini var at trýstroyna trygdarútgerðina í tunlinum og eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.


(Savnsmynd. Bjarni Árting Rubeksen)

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Sandsoyartunlinum.

Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Sandoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu.

Heini Østerø er tilbúgvingarleiðari. 

 

Heini_Ostero_tilbugvingarleidari_20122023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831