Oljufeløg skulu gjalda fyri orkuskifti

Oljufeløg skulu gjalda fyri orkuskifti
Partur av víddargjaldinum var markaður til at gera kravdar umhvørvisárinsmetingar í sambandi við kolvetnisvirksemi 
Einki leitiloyvi er latið í sjey ár.
 
20.12.2023 - 06:49

Pengarnir, sum oljufeløgini lata fyri at fáa loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, skulu nú brúkast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskifti.

Uppskot er um broytingar í lógunum um triðja útbjóðingarumfar og fjórða útbjóðingarumfar.

Í sambandi við, at leitiloyvi vóru latin, skuldu oljufeløgini rinda víddargjøld. 

Partur av teimum var markaður til at gera kravdar umhvørvisárinsmetingar í sambandi við kolvetnisvirksemi. 

Men av tí at leitiloyvi ikki hava verið latin í føroyskum øki síðani 2016, og av tí at eingin kolvetnisframleiðsla enn hevur verið, verður hildið, at hesin peningurin fer at gera størri gagn, um hann verður nýttur til annað endamál, stendur í uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum.

Skotið verður tí upp, at peningurin kann gangnýtast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskifti.

Góðar 8,3 milliónir krónur eru á kontu til endamálið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216