Mýrarnar tala

Mýrarnar tala
27-12-2023
- føroyskur dokumentarur

Heimildardokumentarur um, tá ið torvið fór í søguna fyri útvið 60 árum síðani.

Eitt summarið fyri góðari hálvari øld síðani var 72-ára gamli Símun Højgaard á heiðuni í Rituvík og skar torv. Árið varð helst 1966. Hetta var eitt av teimum seinastu árunum, at føroyingar skóru torv av týdningi, eftir at torvið hevði verið høvuðsorkukeldan í Føroyum heilt frá landnámstíð.

Eitt tíðarskeið í Føroya søgu var av. Hepnið vildi, at ein ungur amatørfotografur úr Sandvík var á staðnum og fangaði løtuna við sínum 8 mm Canon filmsupptakara. Saman við vinmanninum, Jóhan Højgaard úr Havn, hevði Sune Joensen sett sær fyri at skjalfesta ein part av føroyskari arbeiðsmentan og siðsøgu, sum um hetta mundið var komin fram at gravarbakkanum. Í meira enn eina hálva øld lógu tær gomlu filmsupptøkurnar goymdar í eini skuffu, uttan at nakar gav teimum stórvegis ans.

Nú hevur Dánjal Højgaard, sonur Jóhan Højgaard, sum varð smádrongur tá og sjálvur var við á upptøkunum, leitað gamla vinmannin hjá pápa sínum upp. Suni, sum er vorðin 91 ára gamal hevur riggað tann gamla filmsframvísaran til, og sjónvarpsliðið sleppur at vísa føroyingum, hvat tað var, hann sá og festi á film hetta summarið.

Gjøgnum filmslinsuna hjá Suna Joensen verður áskoðarin førdur aftur í eina tíð, sum er burtur. Til heimin í gjár.

Vit fara afturum ein av seinastu torvskurðarmonnunum í Føroyum, og saman við søguni um torvið og torvarbeiði sigur heimildarsendingin frá lívskorum í niðursetubygdini Rituvík, sum fyllir 150 ár í hesum døgum, og har torvið var ein avgerandi fortreyt fyri búsetingini. Vit fara aftur á slóðina: til farvegin av teimum gomlu torvheiðunum. Og vit møta nøkrum av teimum gomlu fólkunum, sum upplivdu ta gomlu tíðina og fingu um endan á seinasta orkuskiftinum, sum fór fram miðskeiðis í 20. øld, tá tann nýggja tíðin, við elektriskum streymi og olju, troðkaði torvið av.

Lagt til rættis: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen.

Mýrarnar tala

Heimildarsending um tá ið torvið fór í søguna fyri útvið 60 árum síðani.

Lagt til rættis hava Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen.

- føroyskur dokumentarur
27-12-2023