Løgmaður: ES er sinnað at styrkja samstarvið við Føroyar

Løgmaður: ES er sinnað at styrkja samstarvið við Føroyar
Aksel V. Johannesen hevur hitt forkvinnuna í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, í Brússel
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
 
14.12.2023 - 10:09

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í morgun verið á fundi við ES-nevndarforkvinnuna, Ursula von der Leyen, í Brússel.

Á fundinum umrøddu løgmaður og ES-nevndarforkvinnan, hvussu Føroyar og ES kunnu styrkja samstarvið. Føroyar eru partur av Evropa, og løgmaður legði á fundinum dent á, at geopolitiska støðan økir týdningin av tættari samstarvi við ES.

Løgmaður vísti somuleiðis á breiða politiska viljaní Føroyum, um at styrkja yvirskipaða samstarvið við ES og at betra um marknaðaratgongdina fyri virkaðar fiskavørur.

 

 

Góður fundur

- Vit høvdu ein góðan og gevandi fund. Eg greiddi ES-nevndarforkvinnuni frá føroysku støðuni og okkara ynskjum. Eftir fundin haldi eg, at tað er týðiligt, at ES er sinnað at styrkja um samstarvið, og eg eri bjartskygdur um, at vit fara at síggja ítøkilig úrslit, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at orða eina avtalu um ein yvirskipaðan samstarvskarm um viðurskiftini millum Føroyar og ES. Arbeiðið er nú komið so langt, at væntandi er komið á mál tíðliga næsta ár.

Løgmaður nýtti somuleiðis høvið at bjóða ES nevndarforkvinnuni til Føroya á vitjan.

Hetta er fyrstu ferð, at løgmaður hevur fund við forfólkið fyri ES-nevndini. Á fundinum vóru eisini danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við løgmann í útvarpstíðindunum: 

 

14122023_Aksel_i_Brussel

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831