30 daga fongsulsrevsing fyri harðskap móti tollara

30 daga fongsulsrevsing fyri harðskap móti tollara
Maður, sum leygardagin var harðligur við ein tollara á flogvøllin, hevur fingið 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og so skal hann ikki koma higar aftur í trý ár
Tað kostaði 30 dagar í fongsli og trý ára innfararloyvi til Føroya at vera harðligur við ein tollara
Mynd: Savnsmynd  
 
11.12.2023 - 08:04

Leygardagin gjørdist ein útlendskur maður, sum kom til landið, so í øðini inn á ein tollara, at hann legði á tollaran. 

Hann bleiv óður, tá tollarin segði við hann, at hann hevði ov nógva tollfría vøru við sær. 

Útlendski maðurin hevur nú fingið 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at vera harðligur við tollaran.

Og tá hann er liðugur at sita dómin, skal hann av landinum við boðum um, at hann ikki skal koma higar aftur í trý ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV