Høvuðsstaðurin skal skilja meira burturkast

Høvuðsstaðurin skal skilja meira burturkast
Trý nýggj átøk verða sett í verk í næstum, so borgarar og virki í Tórshavnar kommunu fara at skilja meira burturkast
07.12.2023 - 19:14

Borgarar í Tórshavnar kommunu skulu venja seg við at skilja sítt burturkast meira. Longu í januar verður nýggj skipan sett í verk, og eftir ætlan verður nýggj høll bygd til endurnýtslu og skiljing av burturkasti.

Endurnýtsluplássið er stórt á kommunalu brennistøðini á Hjalla. Men hon liggur langt burtur frá bygdum øki. Og nú skal partur av endurnýtsluni flytast nærri borgarunum. Tað merkir. at støðir verða settar upp nær matvøruhandlum, har fólk kunnu sleppa av við allan innpakning av vørum, sum vørurnar vóru keyptar í.

Ein skilji- og endurnýtslustøð skal eisini byggjast á økinum við brennistøðina á Hjalla.

Tórshavnar Kommuna hevur eisini gjørt avtalur við matvøruhandlar og heilsølur um eina skipan, har alt ov gamalt grønmeti verður savnað inn og koyrt niðan á biogassverkið Førka á Hjalla, har tað millum annað endar við at framleiða orku. Tann skipanin verður endaliga sett í verk á nýggjárinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV