Vónirnar um betri samband við Bretland eru góðar

Vónirnar um betri samband við Bretland eru góðar
Høgni Hoydal hevur hitt bretska evroparáðharran. Teir tosaðu millum annað um fríhandilssáttmálan millum londini bæði, fiskiskap og føroysku revsitiltøkini móti Russlandi
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Leo Docherty, bretskur evroparáðharri.
 
30.11.2023 - 08:54

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Leo Docherty, bretskur evroparáðharri, hittust á fundi í London fyrrapartin í gjár.

Landsstýrismaðurin og ráðharrin umrøddu millum annað ítøkiligar avbjóðingar í fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Bretland.

Harumframt umrøddu teir yvirskipað, hvussu samstarvið kann mennast á øðrum økjum, eitt nú innan grøna orkuskiftið, talgilding, ferðasambond, útbúgving og gransking, og tá ið ræður um trygd og verju.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30112023_Hogni_Hoydal

 

Høgni Hoydal og Timothy Minto, verjumálaráðharri. 

 

Hitti eisini verjumálaráðharran

Høgni Hoydal hitti eisini í gjár Timothy Minto, ráðharra í verjumálum.

Landsstýrið raðfestir, at Føroyar taka virknan lut í samstarvi og avgerðum, ið hava trygdar- og verjupolitiskan týdning.

Ráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er natúrligt at menna samstarvið á verjuøkinum millum Føroyar og Bretland sum sameindar grannar, og at grundarlag fyri einum munagóðum samstarvið millum Føroyar og Bretland.

Til dømis hava flogfør og skip hjá bretsku verjuni seinnu árini alsamt oftari vitjað í Føroyum, umframt at samstarvsmøguleikar eru um lofteftirlit og um nettrygd.

Talan var um fyrsta ráðharrafund um verjumál millum Føroyar og Bretland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216