Samband við springara á Kappanum

Samband við springara á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum.
 
27.11.2023 - 19:37

Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í føroyskum sjógvi, áðrenn hann byrjaði ferðina vestur móti Íslandi og víðari til Grønlands.

Eftir at hava verið eina tíð út fyri hellingini suður av Danmarkarsundinum, ferðaðist hann suður eftir fram við landgrunninum og suður í Irmingarhavið.

Sendarin hevur nú virkað í 84 dagar.

Ein annar springari, ið Havstovan merkti í Fuglafirði 10. juni, og sum sendir enn, hevur mest sum alla tíðina hildið til í Føroyskum sjógvi. Hann hevur ferðast nakað suður og norð í Hetlandsrennuni, men hevur seinastu tíðina verið mest sunnarlaga í rennuni og á Bankarygginum.

Eisini hevur hann gjørt okkurt rend inn á Munkagrunnin og vestur móti Føroyabanka. Hesin sendarin hevur nú virkað í 154 dagar, skrivar hav.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV