Friðingarnevnd: Byggisamtyktin fyri Hoydalar eigur at vera óbroytt

Friðingarnevnd: Byggisamtyktin fyri Hoydalar eigur at vera óbroytt
Tórshavnar kommuna keypti ein part av Hoydølum í summar, treytað av at byggisamtyktin kundi broytast
Økið í Hoydølum er partur av makaskifti, sum var gjørt millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið, har landið fekk skúlabygningarnar á Frælsinum. (Savnsmynd)
 
27.11.2023 - 13:03

Lokala friðingarnevndin í Suðurstreymoy hevur viðgjørt umsóknina hjá Tórshavnar kommunu, um at broyta almennu byggisamtyktina fyri partar av Hoydølum, frá Dl øki, ætlaô almennum endamáli, til D3 øki, ætlað almennum stovnum, og broyta serstøku byggisamtyktina fram við Hoydalsá viô gamla Studentaskúlan í Hoydølum, frá náttúrufriôaðum øki og økir til traôir og velt lendi, til byggiøki.

Í niðurstøðuni stendur millum annað, at nevndin er samd um, at ætlanirnar samsvara ikki við skipanina av økinum sum frílendi, og at tað heldur ikki er gjørd nøkur avtala millum Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuna um at skipa frílendið.

Nevndin leggur dent á hoyringarskrivini hjá Umhvørvisstovuni og Skógfriðingarnevndin í sambandi við niðurstøðuna.

 

Einki nýtt virksemi

Sambært tinglýstum servitutti, kann einki nýtt virksemi fara fram í økinum, uttan so at Umhvørvisstovan hevur góðkent tað. Umhvørvisstovan metir ikki, at tað er í samsvari við galdandi ætlan fyri fríøkið, og mælir frá at broyta byggisamtyktina. 

Skógfriðingarnevndin vísir á, at hon ikki kann viðmæla, at vikið verður frá reglunum um at byggja nærri enn 300 metrar frá skógfriðaðum øki, sum viðarlundin í Hoydølum er, av tí at tað ikki er greitt hvørjar ætlanir kommunan hevur fyri økið.

 

Partur av makaskifti

Tórshavnar kommuna keypti umrødda partin av Hoydølum, treytað av at byggissamtyktin kundi broytast. Handilin var partur av makaskifti millum landsstýrið og kommununa, har landið fekk skúlabygningarnar á Frælsinum. 

Spyrst einki burtur úr handlinum, má Mentamálráðið rinda søluprísin fyri skúlabygningarnar á Frælsinum, sum er 37 milliónir kr. aftrat teimum fýra milliónunum,  sum kommunan hevur fingið.

Málið er beint í yvirfriðingarnevndina, sum tekur endaliga støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV