Nýggj avgjøld kosta SEV 24 milliónir næsta ár

Nýggj avgjøld kosta SEV 24 milliónir næsta ár
Enn er ógreitt, um ella hvussu nógv streymprísurin fer at hækka. Tað verður avgjørt á aðalfundi í SEV 8. desember, tá fíggjarætlanin er á skránni.
SEV á Sundi. Enn er ógreitt, hvørja ávirkan nýggju avgjøldini fáa á streymprísin. (Savnsmynd)
 
06.11.2023 - 09:17

Av teimum 100 milliónunum, sum landsstýrið ætlar at veita í skattalætta næsta ár, skulu 86 milliónir krónur fíggjast við sonevndum "grønum gjøldum."

Og tá seinnu 100 milliónirnar skulu latast í skattalætta í 2025, skulu 35 milliónir aftrat fíggjast við at hækka "grønu gjøldini" enn meira. 

Øktu avgjøldini á olju ávirka SEV, sum brúkar nógva olju til sína el-framleiðslu.

 

Hákun Djurhuus er stjóri í SEV. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kostar 31,5 mió. næstu tvey árini

Sambært uppskotinum um skattaumskipan hjá landsstýrinum, fara nýggju avgjøldini at kosta SEV 24 milliónir krónur næsta ár og 7,5 milliónir krónur aftrat í 2025.

Tað vil, sambært uppskotinum, hava við sær, at streymprísurin hækkar átta oyru næsta ár og tvey oyru aftrat í 2025. 

SEV hevur ikki enn lagt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Og fyrr enn hon er samtykt, er trupult at siga neyvt, hvørja ávirkan øktu avgjøldini hava á streymprísin.

- Tað einasta, sum eg kann siga í løtuni er, at hetta er ein nýggj útreiðsla, sum má takast við í fíggjarætlanina, sigur Hákun Djurhuus.

Hann vísir á, at SEV í roynd og veru bara hevur tveir møguleikar í slíkari støðu. Antin at minka íløgurnar, ella at hækka el-prísin. 

Men haraftrat hevur tað sjálvandi týdning at minka oljunýtsluna so nógv sum til ber, sigur SEV-stjórin.

 

Á aðalfundinum í desember skal støða takast til fíggjarætlanina hjá SEV næsta ár, og tá fæst at vita, hvørja ávirkan nýggju avgjøldini fáa á streymprísin hjá brúkaranum. (Savnsmynd)

 

Aðalfundur í desember

Aðalfundur verður í SEV 8. desember.

Undan fundinum skal SEV hava gjørt uppskot um fíggjarætlan, ið er send eigarunum, sum eru kommunurnar. Og taka kommunurnar undir við henni, so verður fíggjarætlanin samtykt á aðalfundinum. 

- Tástani ber til at siga við vissu, hvønn streymprís vit hava 1. januar, sigur Hákun Djurhuus og vísir á, at prísbroytingar skulu góðkennast av elveitingareftirlitinum.

Avgjøldini á bensin, diesel, brenniolju og tungolju hækka øll, um skattaumskipanaruppskotið verður samtykt.

Punktgjaldið á bensin og diesel hækkar 60 oyru fyri liturin, avgjaldið á tungolju hækkar úr 10 oyrum upp í 90 oyru fyri liturin. Og í 2025 hækkar avgjaldið á brenniolju 20 oyru fyri liturin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Fótbóltur: Føroyar - Andorra
175932
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867