Semingsuppskot lagt fram

Semingsuppskot lagt fram
Fyrrapartin legði semingsmaðurin nýtt semingsuppskot fyri partarnar, sum nú sita og lesa uppskotið. Avtalað er at møtast aftur klokkan 13.
Partarnir í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum møttust aftur fyrrapartin klokkan 11.00, har teir fingu nýtt semingsuppskot handað..
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2023 - 11:45

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum heldur áfram, men partarnir hittust aftur klokkan 11, har semingsmaðurin legði nýtt uppskot fyri teir.

Trý umboð vóru møtt fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, trý fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, og fýra fólk frá semingsstovninum. Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, var ikki við á fundinum, tí hon hevur forfall.

Eftir ein stuttan fund skiltust partarnir aftur fyri at fara hvør til sítt at lesa semingsuppskotið, og avtalað er at møtast aftur klokkan 13.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í stuttari viðmerking, at hóast hann hevur lagt eitt nýtt semingsuppskot fram, so er støðan ikki tann ideella.

- Tað besta hevði verið, um vit saman við pørtunum kundu sitið við borðið og samráðst um tingini, men tað er ikki møguligt í løtuni, sigur semingsmaðurin, sum ikki er serliga bjartskygdur um støðuna.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555