Møguliga nýtt semingsuppskot lagt fram

Møguliga nýtt semingsuppskot lagt fram
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið skulu hittast á fundi nú fyrrapartin. Partarnir møtast á Semingsstovninum klokkan ellivu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2023 - 09:25

Terji Sigurðsson, semingsmaður sigur í morgun, at eitt semingsuppskot verður møguliga lagt fram á fundinum.

Í gjár segði semingsmaðurin, at skal nakað broytast í fastløstu støðuni, so mugu báðir partar greitt vísa veruligan vilja til at flyta seg. Hetta var eftir, at løgtingið legði upp í verkfallið og onnur fakfeløg fóru í samhugaverkfall.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, vil onki siga áðrenn fundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555