BankNordik 271 milliónir í avlopi fyri skatt í triðja ársfjórðingi

BankNordik 271 milliónir í avlopi fyri skatt í triðja ársfjórðingi
Leiðsla bankans væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 260 og 290 mió.kr.
Bankin letur bankin væl at fyrstu níggju mánaðunum í ár. (Savnsmynd)
 
02.11.2023 - 08:51

Fyri fyrstu ferð síðani fyrsta ársfjórðing í 2021 vóru niðurskrivingar hjá BankNordik ikki  afturførdar í triðja ársfjórðingi í ár.

Hetta kann vera eitt tekin um, at broyttu fortreytirnar við hægri rentum og inflatión eru farin at merkjast, sigur bankin í tíðindaskrivi. 

Í roknskapinum stendur annars, at niðurskrivingar á útlánum vóru afturførdar fyri 15 mió.kr.

Men annars letur bankin væl at fyrstu níggju mánaðunum í ár.

 

Góð útlit

Og yvirskipaðu útlitini fyri tað, sum er eftir av árinum, eru sum heild góð.

Einki bendir á, at títtleikin í rentuhækkingum, sum hevur verið hetta seinasta árið, fer at halda fram, sigur BankNordik.

Í triðja ársfjórðingi var úrslitið hjá BankNordik fyri skatt 271 mió. kr.

Leiðsla bankans væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 260 og 290 mió.kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211