Flogbóltslandslið klárt til undankapping

Flogbóltslandslið klárt til undankapping
Í døgunum 27.-29. oktober leikar U20 landsliðið í flogbólti hjá monnum CEV-undankapping í Rovaniemi í Finnlandi.
Høvuðsvenjarin, Boban Ilic (standandi uttast til høgru) og hjálparvenjarin Oleksandr Dmytirrev (standandi uttast til vinstru) hava úttikið hesar dreingirnar til kappingina:
 
25.10.2023 - 18:44

Hendan undankappingin er samstundis U19 NEVZA kapping, so talan er í veruleikanum um eitt U19 og eitt U20 landslið. Alt eftir um mált verður eftir aldursbólkinum til CEV undankappingina, har finaluranr verða leiktar í 2024, ella um mált verður eftir NEVZA kappingini, sum verður leikt nú í 2023. NEVZA kappingin er á hvørjum ári, meðan undankappingin verður skipað annaðhvørt ár.

Føroyska liðið er komið í ein sera sterkan innleiðandi bólk og skal fríggjadagin 27. oktober leika ímóti Svøríki og Finnlandi. Fyrsti dysturin verður longu klokkan 8.00 finska tíð ímóti Svøríki. Hetta er klokkan 6.00 føroyska tíð. Næsti dysturin er ímóti sera sterka liðnum úr Finnlandi. Hesin dysturin verður klokkan 12 føroyska tíð.

Fjórðingsfinalur og hálvfinalur verða síðani leygardagin 28. oktober og finala og plaseringsdystir sunnudagin 29. oktober.

Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19 , við at rinda eitt gjald.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418