Ein annar veruleiki

Ein annar veruleiki
24-10-2023
Biit-dokumentarur: Tvær vinkonur - onnur úr Kenja, hin úr Føroyum - er ein ferð inn í ein nýggjan veruleika.

Vit fylgja Angel Nashami og Annu Joensen-Næs á ferð teirra til Kenja at vitja vinfólk og familju hjá Angel.

Angel flutti til Føroya við mammu síni fyri átta árum síðani og hevði tað í fyrstani trupult við at tillaga seg til nýggju evropeisku mentanina.

Við øðrvísi húðarliti, uppvøkstri og uttan at duga málið føldi hon seg viðhvørt misskilta og øðrvísi.

Hvussu kennist tað at vísa bestu vinkonu síni eina heilt nýggja síðu av sær sjálvari og taka hana við til fjarskotna heimlandið?

Angel og Anna vitjaðu heimbygdina hjá Angel, Maralal, og Anna fekk at síggja, hvussu ymisk mentanin og gerandisdagururin eru í Kenja í mun til í Føroyum.

Her vóru tær m.a. við til at slakta eina geit, ið skuldi etast á jólum

Ein annar veruleiki

Heimildarfilmurin Ein annar veruleiki snýr seg um vinkonurnar Angel Nashami og Onnu Joensen-Næs.

Angel, sum hevur búð í Føroyum í átta ár, fer aftur at vitja vinfólk og familju í heimlandinum Kenja. Við henni á ferðini er Anna.

Anna Joensen- Næs hevur lagt til rættis.

Biit-dokumentarur: Tvær vinkonur - onnur úr Kenja, hin úr Føroyum - er ein ferð inn í ein nýggjan veruleika.
24-10-2023