Verjuskip sleipað inn

Verjuskip sleipað inn
Fyrrapartin komu Pressarin og Samson við verjuskipinum Hvidbjørnen á Havnina, annar sleipaði og hin stýrdi
Hvidbjørnen er 32 ára gamalt skip.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2023 - 12:03

Fyrrapartin komu Pressarin og Samson við verjuskipinum Hvidbjørnen á Havnina, annar sleipaði og hin stýrdi.

Hvidbjørnen hevur fingið eitt brek, sum ger, at skipið fær illa siglt.

Í morgin koma fólk úr Danmark at umvæla brekið.

Hvidbjørnen kom í danska herskipaflotan síðst í november 1992.

Tey fýra donsku verjuskipini, Thetis, Triton, Vædderen og Hvidbjørnen, sum eru í føroyskum og grønlendskum sjógvi, eru nú so gomul, at tey kosta sera nógv at halda viðlíka, og tey brúka nógva olju.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216