Vikan

Vikan 4.mai 2024
04-05-2024
Vikukjak, vikugestur og vikuspei

Í Vikukjakinum hesa ferð hitta vit Berljót av Skarði, Finn Jensen og Theodor Eli Dam Olsen. Tey fara at skifta orð um mál, ið settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hvussu tað ber til, at burðartalið í Føroyum nú er undir tvey børn. Hví uttanríkisráðharrarir í Norðurlondum hildu sín fyrsta fund nakrantíð á føroyskari jørð. Er tað russiska bjørnin, sum spøkir enn meira? Og so spyrja vit, hvat altjóða arbeiðaradagurin, ið varð hildin hósdagin, hevur at siga í 2024.
Vikugesturin er úr India, men hevur búð meira enn helvtina av sínum lívi í Føroyum. Í vikuni gjørdist hon dekanur á Námsvísindadeildini, sum útbúgvir okkara lærarar og pedagogar. Gleð teg til eitt prát um uppvøkstur í India, um pápan, sum gav henni so nógv, um mentanarmunir, um integratión og rasismu, um leiðslu og at læra. Um lívið. Vikugesturin er Kalpana Visjeyavarathan.
Og hesa vikuna er tað Jákup Veyhe, ið leggur vikuna á skák.
Hoyrið alla sendingina her

Vikan

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli. Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal. 
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák
17-02-2024
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák
10-02-2024
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák
03-02-2024
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák
27-01-2024
VIkukjak. Vikugestur. Vikan á skák
20-01-2024
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
13-01-2024
Vikukjak, vikugestu og vikan á skák
09-12-2023
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
02-12-2023
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
18-11-2023
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
11-11-2023
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
04-11-2023
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
28-10-2023