Søkja nú eftir stjóra til Posta

Søkja nú eftir stjóra til Posta
Ætlanin er at seta starvið í november
Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Posta í hesum mánaðinum ella tíðliga í oktober.
 
06.09.2023 - 12:25

Starvið sum stjóri í Posta verður lýst nú í september ella tíðliga í oktober.

Tað sigur formaðurin í nevndini hjá Posta, Jóan Magnus Rasmussen.

Joel undir Leitinum segði seg úr stjórastarvinum 1.juli.

 

Fíggjarleiðarin fyribilsstjóri

Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, var settur sum fyribilsstjóri í longsta lagi til 1.januar 2024.

Jóan Magnus Rasmussen sigur, at tíðarætlanin er at lýsa stjórastarvið leyst nú í september ella tíðliga í oktober, og seta stjóran í november.

Hann sigur, at nevndin hevur ikki gjørt av enn, um lýst verður uttanlands eisini.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216