Til Eysturgrønlands at taka ímóti fiski frá jollufiskarum

Til Eysturgrønlands at taka ímóti fiski frá jollufiskarum
Frystilinuskipið verður á Tasilaq-leiðini, so leingi tað viðra, og nakað er at fáa
Frystilínuskipið Eivind er farið til Grønlands at taka ímóti fiski frá jollufiskarum. (Savnsmynd
 
04.09.2023 - 15:35

Línuskipið Eivind er farið til Eysturgrønlands á Tasilaq-leiðina at taka móti fiski frá jollufiskarum, og skal vera har, so leingi tað viðrar, og nakað er at fáa, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari, við VP.fo.

Enn er ikki avgjørt, um fiskurin skal landast í Grønlandi ella í Íslandi.

Sáttmálin er fingin í lag millum reiðaríið og Royal Greenland, og hetta er í sambandi við ætlanirnar um at gera flakavirki í Tasilaq, sigur Hálvdan Gudmundsen. 

Royndin skal staðfesta, um tað loysir seg at byggja flakavirki har. 

Eivind kann hava 270 tons av frystum fiski í lastini. Hann tók eisini ímóti fiski eitt stutt skifti í 2016.

Jollufiskararnir í Eysturgrønlandi hava fingið eina eykakvotu upp á 5.500 tons, skrivar VP.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653