Grundstykkini á Fossum kosta 450.000 kr.

Grundstykkini á Fossum kosta 450.000 kr.
Klaksvíkar býráð fer at staðfesta prísin á býráðsfundi í kvøld
Tey 21 grundstykkini í fyrsta byggistigi á Fossum eru nærum liðug. Í næstum verður matrikuleringin gjørd. (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
 
04.09.2023 - 11:31

Grundstykkini á Fossum í Klaksvík fara at kosta tað, sum alla tíðina hevur verið ætlanin.

Tey fara at kosta 450.000 kr.

Tey 21 grundstykkini í fyrsta byggistigi á Fossum eru nærum liðug. Í næstum verður matrikuleringin gjørd.

Tí er neyðugt at staðfesta prísin. Og tað fer býráðið at gera á býráðsfundinum í kvøld.

Fermetraprísurin verður 1150 kr.

 

Samtykt í 2016

Býráðið samtykti longu á sumri 2016, at grundstykkini skuldu kosta 450.000 kr.

13 randarhús skulu eisini byggjast í fyrsta byggistigi á Fossum.

Kommunan hevur fingið tvey boð.

Lendið, sum randarhúsini skulu byggjast á, verður selt fyri 1500 krónur fermeturin, ella 3,9 mió.kr.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444