Rætturin viðger revsimál um samlegu við barn

Rætturin viðger revsimál um samlegu við barn
Ákæruvaldið krevur, at ákærdi fær í minsta lagi níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
Ein maður fyrst í tríatiárunum er ákærdur fyri nakrar ferðir at hava havt samlegu við gentu, sum var 13-14 ára gomul. Hann noktar seg sekan. (Savnsmynd)
 
04.09.2023 - 10:49

Føroya rættur viðger í dag eitt revsimál um samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár.

Ein maður fyrst í tríatiárunum er ákærdur fyri nakrar ferðir at hava havt samlegu við gentu, sum var 13-14 ára gomul.

Talan var ikki um neyðtøku.

Maðurin noktar seg sekan í ákæruni.

Hetta skal vera hent í fjør, men er ikki meldað fyrr enn í ár.

Kravið hjá ákæruvaldinum er minst níggju mánaða treytaleys fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444