Hvussu verður avgjørt, hvør tónleikur verður spældur í útvarpinum?

Hvussu verður avgjørt, hvør tónleikur verður spældur í útvarpinum?
Í annaðkvøld, mikukvøldið 30. august, verður aðalorðaskifti um tónleikapolitikkin í KVF í Løkshøll í Runavík kl. 19
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.08.2023 - 22:00

Kringvarp Føroya er í holt við at orða nýggjan tónleikapolitikk fyri stovnin.  

Í tí sambandi verður skipað fyri almennum aðalorðaskifti um tónleikapolitikk Kringvarpsins í annaðkvøld, mikukvøldið 30. august. 

Aðalorðaskiftið verður í Løkshøll í Runavík, og tað byrjar klokkan 19. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Millum luttakararnar í tveimum pallborðum vera eitt nú Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari.

Somuleiðis luttaka Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum, umframt umboð fyri limafeløgini í Tónleikasambandinum og fólk, ið starvast innan tónleik í føroyum.

Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.

 

Tónleikurin fyllir nógv

Í Kringvarpinum – serliga útvarpinum – er tónleikur tað, ið fyllir mest í sendiflatuni, og tí verða tónleikavalini eisini nógv umrødd millum fólk.

Í Løkshøll í annaðkvøld verður eitt nú spurt:

  • Hvussu verður raðfest, tá tað snýr seg um tónleik?
  • Hvussu verður avgjørt, hvat verður spælt og ikki?

SÍ: “Soleiðis verður tónleikur valdur í útvarpinum”

Í februar var uppskotið um tónleikapolitikk í Kringvarpi Føroya, sum er orðað, sent Tónleikasambandi Føroya til hoyringar.

Í hoyringssvarinum kom fram, at Tónleikasamband Føroya og umboð fyri limafeløgini vilja, at starvið sum tónleikasamskipari í Kringvarpinum skal vera eitt áramálssett fulltíðarstarv, og at starvið verður lyft upp á leiðslustig.

Hetta verður eisini umrøtt á aðalorðaskiftinum.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

Skrá
19.00 Vælkomin 
19.10 Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari, greiðir frá tónleiki í KVF úr søguligum sjónarhorni
19.25 Upplegg hjá Knút Háberg Eysturstein
19.40 Pallborð 1 v/kjaki  
20.25 Steðgur 
20.45 Pallborð 2  v/kjaki
21.30 Samanumtøka 
21.40 Liðugt

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216