Ákærd fyri at órógva almenna ferðslu í Nólsoy

Ákærd fyri at órógva almenna ferðslu í Nólsoy
1. september í 2019 boðaðu nólsoyingar frá, at ætlanin var at seta tiltøk í verk, tá Ternan legði at. Nú kemur málið fyri rættin
Fýra fólk eru ákærd fyri grovt at órógva almenna ferðslu í Nólsoy fyrst í september 2019. (Savnsmynd)
 
28.08.2023 - 11:53

Fýra fólk eru ákærd fyri grovt at órógva almenna ferðslu í Nólsoy fyrst í september 2019.

Málið er farið í Føroya rætt.

Tá Ternan var á veg til Nólsoyar seinnapartin sunnudagin 1.september 2019 ringdi fólk úr Nólsoynni til løgregluna og boðaði frá, at nólsoyingar ætlaðu at seta tiltøk í verk, tá Ternan legði at.

Millum annað fekk løgreglan boð um, at fólk ætlaðu at binda Ternuna.

 

Hetta innslagið um mótmælið hjá nólsoyingum, sum ikki gekk sum ætlað, var í Degi og viku mánadagin 2. september 2019. 

 

20190902_NOLSOY_OG_SSL

 

Seta bil á portrið

Tá so portrið var latið upp, var ætlanin at seta ein bil á portrið, so tað ikki kundi latast aftur, og Ternan tí ikki slapp frá landi.

Tey boðini sendi løgreglan til MRCC, sum síðani setti seg í samband við skiparan á Ternuni og greiddi honum frá ætlanunum.

Tað var helst orsøkin til, at skiparin gjørdi av ikki at lata portrið upp, tá Ternan kom til Nólsoyar. Okkurt um 40 fólk sluppu ikki í land.

 

Fór seint um kvøldið

Ikki fyrr enn klokkan trý korter til tíggju um kvøldið fór Ternan úr Nólsoy.

Fyrrapartin dagin eftir var eingin sigling á nólsoyarleiðini.

Nú næstan fýra ár seinni eru fýra fólk ákærd í tí sambandi fyri at bróta revsilógina, millum annnað fyri grovt at órógva almenna samferðslu.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444