Fyrsta heildarútgávan hjá Einagran á gáttini

Fyrsta heildarútgávan hjá Einagran á gáttini
"Vendir vindar" verður heitið á fyrstu heildarútgávuni hjá bólkinum Einagran, sum kemur út 29. september. Nýggjasta staklagið kallast "Kærleiksvísa" og var tókt fríggjadagin
29. september gevur føroyski superbólkurin Einagran fyrstu heildarútgávuna út. Hon kallast "Vendir vindar"
Mynd: Einagran á Facebook  
 
28.08.2023 - 09:41

"Kærleiksvísa" eitur nýtt staklag hjá bólkinum Einangran, sum varð tókt á stroymingtænastunum fríggjadagin. 

Nýggja staklagið skilmarkar, at føroyski superbólkurin er á gáttini við sínar fyrstu heildarútgávu, "Vendir vindar", sum kemur út 29. setember. 

Undir heitinum superbólkur liggur tann sannroynd, at Einagran er mannaður við tveimum av okkara fremstu tónlistafólkum, Leu Kampmann og Heiðriki á Heygum, sum hvør í sínum lagi eru sangarar og sangskrivarar og annars geva tónleik út undir egnum navni. 

 

Eitt úrslit av korona

Einagran er eitt beinleiðis úrslit av koronafarstóttini. Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronusóttin legði Danmark lamið í mars 2020.

Fyri at stytta sær sum stundirnar, so byrjaðu tey at spæla stovukonsertir beinleiðis á netinum. 

Úrslitið varð, at Einagran varð stovnaður og burtur úr spratt sjálvnevnd EP, har lagið "Kanska" gjørdist ein landaplága í Føroyum og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

 

Tvær útgávukonsertir

Tað eru Janus Rasmussen, ið er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, ið hava framleitt bæði "Kærleiksvísa" og komandi heildarútgávuna "Vendir vindar": 

Í sambandi við útgávuna av "Vendir vindar" 29. september, so hevur Einagran útgávukonsertir í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 27. oktober og í Norðurlandahúsinum 28. oktober. 

Nýggjasta staklagið og onnur stakløg, sum Einagran hevur givið út í sambandi við fyrstu heildarútgávuna, kunnu hoyrast á Spotify. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283