Fimm umsóknir til 10 kommunulæknastørv

Fimm umsóknir til 10 kommunulæknastørv
Tveir umsøkjarar lúka ikki krøvini fyri at fáa fast starv, sigur Heilsutrygd
Í løtuni eru 12 læknar í kommunulæknaútbúgving. (Savnsmynd)
 
24.08.2023 - 10:10

Fimm umsóknir komu til tey 10 kommunulæknstørvini, sum Heilsutrygd lýsti leys fyri einum góðum mánaði síðan.

Men tveir umsøkjarar lúka ikki krøvini fyri at fáa fast starv, sigur Heilsutrygd.

Heilsutrygd upplýsir annars ikki, hvørji størv søkt er um.

Størvini eru í Vági, á Tvøroyri, tvey eru í Læknahúsinum í Gundadali í Havn, og eitt nýtt starv er í Berjabrekku. Eitt starv er í Kollafirði.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv, tey eru í Heilsudeplinum í Runavík og á Strondum.

Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt nýtt kommunulæknastarv leyst at søkja, og eitt nýtt starv er leyst í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík 

 

Heilsutrygd umsitur kommunulæknaskipanina. (Savnsmynd)

 

Trý nýggj størv

Trý størv eru nýggj.

Eitt er í Berjabrekku í Havn, eitt í Fuglafjarðar læknadømi og í Norðoya læknadømi.

Løgtingið hevur játtað pengar til nýggju størvini.

Í løtuni eru 12 læknar í kommunulæknaútbúgving.

Ásla Janfríð Joensen hevur júst lokið útbúgvingina.

Hon er triði læknin í ár, sum hevur tikið hálvt fimta ára serlæknaútbúgvingina sum kommunulækni.

Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 29.februar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444