Kommunulæknastørv: Freistin at søkja er á middegi

Kommunulæknastørv: Freistin at søkja er á middegi
Heilsutrygd søkir eftir 10 kommunulæknum at byrja 1.oktober
Møguleiki verður nú eisini hjá kommunulæknum at arbeiða saman um eina viðtalu. (Savnsmynd)
 
23.08.2023 - 08:27

Á middegi í dag fæst at vita, um til ber at manna tey nógvu leysu kommunulæknastørvini.

Heilsutrygd søkir eftir 10 kommunulæknum at byrja 1.oktober.

Umsóknarfreistin er til á middegi í dag.

Søkt verður millum annað eftir trimum kommunulæknum aftrat teimum, sum eru.

Løgtingið hevur latið pengar til trý nýggj kommunulæknastørv.

Eitt starv er í Berjabrekku, har fimm viðtaluhøli nú vera gjørd og skulu vera liðug 1.oktober. Ein lækni skal vera aftrat í Klaksvík, og ein skal vera aftrat í Fuglafirði og Gøtu.Har eru viðtaluhøli.

 

 

Kunnu arbeiða saman

Møguleiki verður nú eisini hjá kommunulæknum at arbeiða saman um eina viðtalu.

Arbeiða fleiri læknar saman um eina viðtalu, ber til at hava minni arbeiðstrýst og arbeiðsbyrðu. 

Hetta hava læknar spurt um.

Læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum, og sostatt arbeiða niðursetta tíð. 

Hóskandi kunnu vera tveir ella tríggir læknar í hvørjari viðtalu.

- Tað ber til sambært sáttmálanum, at læknar hava samstarv um viðtalu, sigur Petur Martin Hansen, deildarleiðari hjá Heilsutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444