Størsti kúlulaksur, sum er fráboðaður í Føroyum

Størsti kúlulaksur, sum er fráboðaður í Føroyum
10. august fekk Jon Palmi Petursson ein kúlulaks í Ósanum í Skálafirði, sum vigaði 2430 gramm og var 57,5 sentimetrar langur. Tað er tí størsti kúlulaksur, sum er fráboðaður
Hesin kúlulaksurin vigaði 2430 gramm og var 57,5 sentimetrar langur. Harvið er hann størsti kúlulaksur, sum er fráboðaður í Føroyum
Mynd: Jon Palmi Petursson  
 
16.08.2023 - 08:40

20.juli bað Fiskaaling fólk siga sær frá, fingu tey kúlulaks.

Tað gav úrslit 10.august.

Tá fekk Jon Palmi Petursson, sum fiskaði við flugu, ein stóran siljafisk í ósanum í Skálafirði.

Hann vigaði 2430 gramm og var 57,5 sentimetrar langur.

Hann er tí størsti kúlulaksur, sum er fráboðaður í Føroyum. 

Sunnukvøldið 13.august kom enn ein kúlulaksafráboðan. 

Aftur hesaferð var talan um siljafisk í Skálafirði. Hann vigaði 1720 gramm og 57 sentimetrar langur.

 

Ikki ein sjálvstøðugur stovnur enn

Undanfarin ár hava fyrstu kúlulaksarnir verið fráboðaðir í seinnu helvt í juli. 

Fiskaaling fór at kanna, hvussu nógvur kúlulaksur er í føroyskum firðum og áum, tá tað í 2017 frættist, at sílaveiðufólk høvdu fingið fimm kúlulaksar í Føroyum. 

Fiskaaling sigur, at talið av kúlulaksi í Føroyum ikki er økt stórvegis frá 2017 til 2021.

Tað kann vera tekin um, at kúlulaksurin ikki hevur fingið ein sjálvstøðugan stovn í Føroyum enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216