Landsstýriskvinnan: "Náttúruverndarlógin skal verja føroysku náttúruna"

Landsstýriskvinnan: "Náttúruverndarlógin skal verja føroysku náttúruna"
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tekur tað í størsta álvara, at ein handil hevur havt skøru til sølu.
 
08.08.2023 - 13:40

- Tað er umráðandi at verja føroysku náttúruna móti innræsnum plantum, sum trýstir verandi plantusløg út. 

Soleiðis sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, nú handil í farnu viku hevði skøru til sølu.

Nýggja náttúruverndarlógin kemur í gildi 1.januar 2024, og við henni fáa myndugleikarnir eitt amboð at stýra hvørji plantusløg koma til landið. 

Ingilin_Strom_01_080823

Tað verður Umhvørvisstovan, sum fer at umsita náttúruverndarlógina.

Enn er óvist, hvussu skipanin fer at síggja út, men vanligt er at gera listar yvir plantur, sum ikki kunnu flytast inn í landið ella sum krevja serligt loyvi at flyta inn, sigur Ingiliín D. Strøm.

Ingilin_Strom_02_080823

Tað hevur stóran týdning at hava reglur fyri innflutning av plantum, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum.   

Ingilin_Strom_03_080823
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831