Juli í ár er heitasti mánaður nakrantíð máldur

Juli í ár er heitasti mánaður nakrantíð máldur
Miðalhitin í juli í ár var 0,33 stig heitari enn juli í 2019, sum var heitasti mánaði frammanundan
Juli er heitasti mánaður nakrantíð
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.08.2023 - 09:46

Tað var longu spáðað um síðst í juli, at mánaðurin helst fór at seta met.  

Nú er tað endaliga staðfest av Copernicus, sum er evropeiska veðurtænastan.

Miðalhitin í juli í ár var 0,33 stig heitari enn juli í 2019, sum var heitasti mánaði frammanundan. 

- Hesi met hava álvarsligar fylgjur fyri bæði menniskju og klótuna, sum fara at uppliva ógvusligari hendingar við javnari millumbili, sigur varastjórin á evropeisku veðurtænastuni, Copernicus, Samantha Burgess í tíðindaskrivi. 

Úrslitini hjá Copernicus eru gjørd út frá milliardum av mátingum frá fylgisveinum, skipum, flogførum og veðurstøðum kring allan heim, skrivar Ritzau. 

Eisini havhitin fyri juli setir met. 

AFP skrivar, at miðalhitin í vatnskorpuni var 24,90 stig, sum er met.

Gamla metið er frá september í fjør. Tað var 24,89 stig, 0,1 prosentstig minni enn nú.

Tað er óvanligt, at so heitt nú, tí vanliga er heitast fyrst í september.

Nýggja ­metið er meira enn eitt stig størri enn vísindafólk mettu fyri einum ári síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216