Una deknur í samfull 40 ár

Una deknur í samfull 40 ár
Í dag er tvífaldur hátíðardagur í Nólsoyar kirkju, tí kirkjan fyllir og deknurin fær ærumedalju frá drotningini.
Una Hansen verður heiðrað í dag, tí hon í samfull 40 ár hevur verið deknur í Nólsoy
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen  
 
06.08.2023 - 11:46

Fyrst hátíðarhalda nólsoyingar, at tann 2. august vóru 160 ár liðin síðani kirkjan á Tanganum varð vígd.

Og harnæst verður hátíðarhildið, at deknurin, Una Hansen, hevur verið kirkjutænari í samfull 40 ár. Hon er deknur.

Fyri tað fær hon ærumedalju frá drotningini fyri trúgva tænastu, og hana fer Jógvan Fríðriksson, biskupur, undir gudstænastuni at handa henni.

Eftir gudstænastuna, sum verður send her í útvarpinum nú klokkan 12, eru øll boðin til døgurða í Royndarhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592