BankNordik-samtakið 162 milliónir krónur í avlopi

BankNordik-samtakið 162 milliónir krónur í avlopi
Hálvársroknskapurin hjá samtakinum ber boð um, at húsarhaldini og vinnan sum heild eru væl fyri og hava mótstøðuføri móti rentuhækkingum og stóra inflatiónstrýstinum
- Vit hava tí eisini valt at seta pening av til møguligt tap, sum kann fara at vísa seg í framtíðini, sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum
 
03.08.2023 - 09:40

BankNordik-samtakið hevði 162 milliónir krónur í avlopi fyri skatt fyrra hálvár.

Rentuhækkingar, stór inflatión og búskaparlig óvissa settu dám á hálvárið.

Men hálvársroknskapurin hjá samtakinum ber samstundis boð um, at húsarhaldini og vinnan sum heild eru væl fyri og hava mótstøðuføri móti rentuhækkingum og stóra inflatiónstrýstinum.

- Hóast vit enn ikki síggja tekin um, at fíggjarstøðan hjá okkara kundum er undir stórvegis trýsti, so er eyðsæð, at vit enn ikki hava sæð allar avleiðingarnar av búskaparligu óvissuni, sum hevur sermerkt bæði 2022 og 2023, sigur Turið F. Arge, forstjóri. 

- Vit hava tí eisini valt at seta pening av til møguligt tap, sum kann fara at vísa seg í framtíðini, sigur hon.

 

Niðurskrivingar fyri 119 mió. kr. 

Tølini hjá BankNordik samtakinum siga, at rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 119 milliónir krónur í fyrra hálvári.

Niðurskrivingar á útlánum vóru afturførdar fyri 16 milliónir.

Útlánini hjá bankanum eru 8,7 milliardir krónur, realkredittlánini 2,6 milliardir og innlánini eru 8,4 milliardir krónur.

Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 235 og 265 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211