Ferðafólkatalið um flogvøllin fer at seta met við hetta lag

Ferðafólkatalið um flogvøllin fer at seta met við hetta lag
Heldur ferðafólkstreymurin um Vága floghavn fram, sum hann hevur gjørt higartil í ár, so verður 2023 metárið fyri ferðafólk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.08.2023 - 07:00

Ferðafólkini á flogvøllinum í Vágum vóru 65.221 í juli. Tað er 5,7 prosent fleiri enn í juli í fjør.

Til 1. august eru ferðafólkini 9,1 prosent fleiri enn til 1. august í fjør.

Bæði ferðafólkatølini eru størri enn tey vóru í 2019, sum er metárið hjá flogvøllinum.

Í juli 2019 vóru 63.788 ferðafólk, sum eru 1.433 færri enn í juli ár.

Til 1. august í 2019 vóru ferðafólkini 249.887, ella 8.440 færri enn í ár.

Við hetta lag setur Vága floghavn nýtt ferðafólkamet í ár.

(Myndir:Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV