Ósannlíkt at Golfstreymurin hvørvur í bræði

Ósannlíkt at Golfstreymurin hvørvur í bræði
Einki bendir á, at Golfstreymurin nú viknar, men tað er bara ein spurningur um tíð, um vit ikki taka veðurlagsbroytinganar í álvara, sigur havfrøðingur
31.07.2023 - 19:58

Á Havstovuni hava tey gjørt mátingar av ymsum greinum av streyminum við Føroyar í meira enn 25 ár. Tey síggja ikki, at streymurin er víknaður, sigur Karin M.H. Larsen. 

Einki bendir á, at Golfstreymurin hvørvur í bræði, sigur havfrøðingur á Havstovuni í sambandi við at ein donsk kanning í farnu viku kunngjørdi, at sannlíkindini fyri, at streymarnir - teirra millum Golfstreymurin - fara at hvørva, eru nógv størri enn fyrr hildið.

Tað sæst ikki, at streymurin er viknaður, men aðrar broytingar eru sæddar. Sannlíkt er eisini, at Golfstreymurin viknar, um vit ikki taka veðurlagsbroytinganar í álvara. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. juni
3-2
175957
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930