Heilsutrygd: Kommunulæknar kunnu arbeiða saman um eina viðtalu

Heilsutrygd: Kommunulæknar kunnu arbeiða saman um eina viðtalu
Kommunulæknar hava fingið tilsøgn frá Heilsutrygd um, at tað ber til hjá kommunulæknum at samstarva um eina viðtalu, fyri at minka arbeiðstrýsið og arbeiðsbyrðuna
Kommunulæknar halda, at tað kundi verið hóskandi, at tveir ella tríggir læknar samstarvaðu um hvørja viðtalu
Mynd: Savnsmynd  
 
25.07.2023 - 10:07

Møguleiki verður nú hjá kommunulæknum at arbeiða saman um eina viðtalu.

Arbeiða fleiri læknar saman um eina viðtalu, ber til at hava minni arbeiðstrýst og arbeiðsbyrðu. 

Hetta hava læknar spurt um.

 

Tveir til tríggir um hvørja viðtalu

Teir hava spurt um starv við minni arbeiðstrýsti og arbeiðsbyrðu enn kommunulæknar hava nú.

Læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum, og sostatt arbeiða niðursetta tíð. 

Hóskandi kunnu vera tveir ella tríggir læknar í hvørjari viðtalu.

 

Tilsøgn frá Heilsutrygd

- Tað ber til sambært sáttmálanum, at læknar hava samstarv um viðtalu, sigur Petur Martin Hansen, deildarleiðari hjá Heilsutrygd.

Heilsutrygd søkir eftir 10 kommunulæknum at byrja 1. oktober.

Umsóknarfreistin er mikudagin 23. august á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444