Reyðar baklyktir á vegnum

Reyðar baklyktir á vegnum
28-07-2023
Dokumentarurin varpar ljós á útgávuna, ið er vorðin fólkaogn fram um allar aðrar føroyskar tónleikaútgávur í føroysku tónleikasøguni

Útgávan hjá Terja & Føstufressum "Reyðar baklyktir á vegnum" í 1990 verður hildin at vera mest selda føroyska tónleikaverk, og er kosin at vera aldarinnar føroyska plátuútgáva. Kortini gingu tjúgu ár, til manningin savnaðist aftur at gera eina nýggja fløgu.

Í sendingini fáa vit søguna um reynadreingin Terja, sum blaðungur fer at skriva sangir, og vinmenninar í grannalagnum kring Pedda við Steinsgøtu, ið longu sum smádreingir mannaðu orkestur og mentust til nakrar av dugnaligastu tónleikarunum í landinum. Vit eru í hølunum á teimum, tá teir hittast aftur í 2010 og fara í studio at taka upp sangir til nýggja útgávu. Vit eru við teimum undir venjing og fyri og eftir stóru útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum í 2011. Vit fáa eisini at vita, hvussu nakrir av kendastu sangunum hjá teimum, ið eru á legendarisku plátuni frá 1990, eru vorðnir til.

Sendingin var send fyrstu ferð í 2012.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen løgdu til rættis.

Reyðar baklyktir á vegnum

Dokumentarurin varpar ljós á útgávuna, ið er vorðin fólkaogn fram um allar aðrar føroyskar tónleikaútgávur í føroysku tónleikasøguni.

 

Dokumentarurin varpar ljós á útgávuna, ið er vorðin fólkaogn fram um allar aðrar føroyskar tónleikaútgávur í føroysku tónleikasøguni
28-07-2023