Landið letur 30 milliónir til Føroya Arena

Landið letur 30 milliónir til Føroya Arena
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent lógaruppskot um tað til hoyringar
Uppskot er um, at landið skal lata Føroya Arena tilsamans 30 mió. kr. i stuðli frá 2022 til 2025.
 
07.07.2023 - 08:26

Landið skal lata 30 mió. kr. til stórhøllina hjá Føroya Arena í Hoyvík.

Almanna- og mentamálaráðið hevur sent lógaruppskot um tað til hoyringar.

Í fíggjarlógunum fyri 2022 og 2023 eru fimm milliónir í hvørjari til stórhøllina.

Í 2024 verða 10 milliónir krónur latnar og aftur 10 milliónir í 2025.

Endamálið við lógaruppskotinum, sum nú er til hoyringar, er at geva landsstýriskvinnuni í mentamálum neyðugu heimildina at geva tilsøgn og veita stuðul til stórhøllina árini 2022 til og við 2025.

10 prosent av stuðlinum, tað eru tríggjar milliónir, vera hildin aftur og goldin, tá treytir, sum Almanna- og Mentamálaráðið setir, eru loknar.

 

Verkætlanin skal fremjast

Treytirnar eru millum annað, at verkætlanin í síni heild er framd, at endalig uppgerð um kostnaðin er latin Almanna- og Mentamálaráðnum, og at arbeiðstøkan er latin byggiharranum, so sum ásett er í galdandi arbeiðstakarasáttmála.

Endaligt skeyti skal vera tinglýst á ognina uttan rættarviðmerkingar.

Stórhøllin skal eisini lúka øll myndugleikakrøv, so sum krøv um brunatrygd.

Og landsstýrið skal geva loyvi, um ætlanin er millum annað at selja ella leiga høllina. 

Í viðmerkingum um lógaruppskotið um avleiðingar fyri umhvørvið stendur, at byggingin fer at hava avleiðingar fyri grøna økið við Stórutjørn í Hoyvík.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV