Størri játtan skal eisini koma føroyingum við etingarólagi til góðar

Størri játtan skal eisini koma føroyingum við etingarólagi til góðar
Sophie Løhde, heilsumálaráðharri, hevur svarað Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu
Sophie Løhde er innanríkis- og heilsumálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.07.2023 - 08:33

Danski innanríkis- og heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, kann ikki lova styttri bíðitíð hjá børnum og ungum úr Føroyum, sum hava etingarólag.

Men hon vónar, at milliardirnar, sum eru játtaðar psykiatrini aftrat, eisini koma fólki við etingarólagi til góðar.

Føroysk børn og ung, sum hava etingarólag, fara á Bispebjerg Hospital.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, spurdi Sophie Løhde, um hon fer at síggja til, at bíðitíðin hjá teimum, sum hava etingarólag, styttist.

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

 

Leggur seg ikki út í raksturin 

Sophie Løhde svarar, at hon sum ráðharri ikki fær lagt seg út í raksturin hjá sjúkrahúsinum ella samstarvið millum Region Hovedstaden og barna- og ungdómspsykiatriina í Føroyum.

Men hon vísir á, at stjórnin hevur gjørt eina tíggju ára ætlan um psykiatriina og játtað henni tríggjar milliardir krónur aftrat.

Sophie Løhde vónar, at hetta eisini fer at koma teimum, sum hava etingarólag, til góðar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431