Árinsmeting av nýggju dokkini á Skála

Árinsmeting av nýggju dokkini á Skála
Dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini
Nýggja dokkin verður bygd innan fyri verandi dokk á Skála.
 
04.07.2023 - 08:21

Umhvørvisárinsmeting um útbyggingina hjá MEST á Skála er nú til hoyringar.

MEST, sum ætlar at gera turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála, hevur gjørt umhvørvisárinsmetingina.

Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. 

Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er níggju metrar. 

Víddin er 4.300 fermetrar.

Vegur, partvís tunnil, verður gjørdur frá bryggjuøkinum niður í dokkina. 

Freistin at koma við viðmerkingum um árinsmetingina er seks vikur, tað er til 14.august. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216