Joel undir Leitinum gevst sum stjóri í Posta

Joel undir Leitinum gevst sum stjóri í Posta
Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, er settur sum fyribilsstjóri frá 1. juli
Joel undir Leitinum hevur verið stjóri í Posta síðani 2011.
 
29.06.2023 - 11:08

Joel undir Leitinum hevur lagt frá sær sum stjóri á Posta.

Hann hevur verið síðani 2011.

Joel undir Leitinum sigur í tíðindskrivi, at tíðin er búgvin at royna nýggjar leiðir, og hann hevur tikið av øðrum avbjóðingum.

- Tað hevur verið ein hendingarík tíð á Posta. Saman við starvsfólkum og leiðslutoyminum hava vit ment tænastur, tøkni og sum heild flutt felagið til eitt framúr flutningsfelag. Eg eri errin um tað felagið, eg fari frá, sigur Joel undir Leitinum í tíðindaskrivinum.

Jógvan Joensen, sum var settur sum fíggjarleiðari í Posta 1. februar, er settur sum fyribilsstjóri, og hann tekur við starvinum 1. juli.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216