Vilja onnur ikki vera við, verður ein brennistøð bygd aftrat

Vilja onnur ikki vera við, verður ein brennistøð bygd aftrat
Heðin Mortensen, borgarstjóri, er farin at ótolnast eftir eini loysn um at byggja felags brennistøð fyri alt landið
Brennistøðin á Hjalla.
 
20.06.2023 - 17:59

- Vit eru farin í holt við at arbeiða við at gera eina brennistøð til allar Føroyar, og vilja onnur ikki vera við, so byggja vit eina aftrat henni, sum vit longu hava. 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, um kjakið um eina felags brennistøð fyri alt landið. 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í longri tíð hevur verið arbeitt við finna eina loysn uppá eina felags brennistøð, men Havnin bíðar ikki longur.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20062023_Hedin_um_brennistod

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV