Margretha drotning hevur lagt av

Margretha drotning hevur lagt av
83 ára gamla Margretha drotning legði sigarettirnar á hillina í februar í sambandi við skurðvigerð í rygginum
 
17.06.2023 - 16:31

Margretha drotning hevur lagt av at roykja. Tað skrivar váttar danska kongshúsið fyri Berlingske.

83 ára gamla Margretha drotning legði sigarettirnar á hillina í februar í sambandi við skurðvigerð í rygginum. Tað gjørdi hon fyri at minka um vandan fyri eftirsjúku eftir skurðviðgerðina. Hon er heldur ikki farin at roykja aftur eftir skurðin, sigur Kongshúsið.

Stutt fyri at hon fekk pínu í ryggin hevði hon aðra meining um royking. Í samrøðu við Weekendavisen um royking segði hon:

- Nú eri eg so gomul, at tað kann gera tað sama.

Margretha drotning var 17 ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð roykti, og meginpartin av ævi síni hevur hon roykt Karelia við ongum filtri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949