Eydnaðist ikki at endurtaka heimabragdið

Eydnaðist ikki at endurtaka heimabragdið
Tað eydnaðist ikki bestu føroysku flogbóltskvinnunum at endurtaka heimasigurin á Georgia. Í dag taptu Føroyar greitt við ongum setti ímóti trimum
Fríggjadagin spæla føroysku flogbóltskvinnurnar síðsta Silver League-dystin ímóti Montenegro
Mynd: CEV.eu  
 
14.06.2023 - 15:33

Tað eydnaðist ikki bestu føroysku flogbóltskvinnunum at vinna á Georgia í Silver League í dag.

Føroyar vunnu annars heimadystin á eysturevropeiska liðnum við trimum settum ímóti einum, men í dag var heimaliðið greitt omaná og vann 3-0.

Fyrstu løtuna í fyrsta setti gekk javnt á, men Georgia vann sær tamarhaldið og stigarmun, sum tær hildu restina av settinum.

Gongdin var lík fyrstu løtuna í 2. setti, tá liðini fylgdust til 4-4. Eftir hetta steðgaði upp, og munurin vaks munandi. Settið endaði heili 25-12 til Georgia.

Georgia legði hart út í triðja settið og kom framum við fýra stigum beinanvegin. Føroyar fótaðu sær nakað í seinnu helvt av settinum, men eingin ivi var kortini um vinnaran.

Fríggjadagin spæla føroysku kvinnurnar síðsta dystin í Silver League á hesum sinni á útivølli ímóti Montenegro.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919