Sjóverjuskipini fáa eina manning aftrat

Sjóverjuskipini fáa eina manning aftrat
Manningin skal millum annað vera umborð, tá skipini eru á skipasmiðju
Hvidbjørnen er eitt av donsku verjuskipunum.
 
22.05.2023 - 09:09

Donsku verjuskipini við Føroyar og Grønland, tey sonevndu Thetisskipini, fáa eina manning aftrat.

Hendan manningin skal millum annað vera umborð, tá skipini eru á skipasmiðju.

Tað sigur virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, í svari til Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu.

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, spurdi virkandi verjumálaráðharran um sjóverjuskipini. 

 

Manningartrot ger, at skipini ikki altíð kunnu gera arbeiði sítt til fulnar.

Longu í 2020 tók Forsvarskommandoen nógv stig fyri at fáa fleiri fólk um borð á skipini, sum eru í Norðuratlantshavi.

Fleiri tiltøk eru á veg, millum annað størri hýrur til manningarnar. 

Og manningarnar skulu vera styttri umborð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216