Ferð á menningini av vitlíki um allan heim

Ferð á menningini av vitlíki um allan heim
Sambært SVT, ber nú til at síggja, hvat eitt fólk hugsar, - í hvussu er, tá ið tað liggur í einum magnet-skannara og við hjálp frá vitlíki
Mynd: ritzau scanpix  
 
14.05.2023 - 18:21

Hugsanin verður avlisin til tekst, og setningarnir eru, sambært granskarum, sera nágreinligir.

- Í royndini var henda hugsanin avlisin: 'Eg havi ikki tikið koyrikort enn', og tað bleiv  til 'Eg havi ikki lært at koyra bil enn'. 

- Ymiskur týdningur, men kortini sama merking, sigur Alexander Huth, sum er adjunktur í neuro-vísindum og datalogi á lærda háskúlanum í Texas, og ein av granskarunum, sum staðið á odda í kanningini.

AI-verkætlanin er grundað á eina skipan, sum líkist tólmenninum Chat GPT og Bard hjá Google.

- Vit hava vitað, at tað ber til at avlesa nærum nágreinilig orð, hvat eitt fólk hugsar. Og tað er nokkso ekult, sigur Alexander Huth.

Men tað er tó vera torført at vera avlisin ímóti tínum vilja. 

Viðkomandi skal vera fleiri tímar í einum magnet-skannara fyri at vitlíkið kann læra at avlesa hugsanir í júst hesum heilanum, skrivar Jyllands-Posten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216