Aron bestur í kongaríkinum

Aron bestur í kongaríkinum
Við trimum gullheiðursmerkjum og tveimum av silvuri gjørdist Aron D. Jacobsen samanlagt bestur, tá kappast var um danmarksmeistaraheitini í amboðsfimleiki um vikuskiftið
Aron D. Jacobsen vann enn einaferð DM-heitið í all around amboðsfimleiki
Mynd: Havnar Fimleikafelag  
 
14.05.2023 - 15:53

Aron D.Jacobsen vann um vikuskiftið danmarksmeistaraheitið í all around amboðsfimleiki.

Fimleikarin, sum er uppvaksin í Havnar Fimleikafelag, var bestur á gólvi, í beinsveiggj og  íringum. Eisini vann hann silvur í paralell barr og í rekk, skrivar HF á facebook.

Aron D.Jacobsen býr Í Danmark og umboðaði Gefion til DM-kappingina, sum var í Keypmannahavn.

Fimm fimleikarar úr HF vóru við í kappingini fyri vaksin. Tað rakk ikki til heiðursmerki hjá teimum. Hjálmar Allansson Dalsgarð, sum venur við AIG, var eisini við í kappingini.


Bjarki stóð seg væl

Bjarki Johannesen stóð seg væl í kappingini fyri juniorar. Hann vann silvur í rekk, bronsu í beinsveiggi og á gólvi, og hetta gav honum triðja plássið í all around-kappingini. 

Mia Højgaard vann silvur í barr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297